Danin, Tom Kaster, verður nýggjur framleiðslustjóri í Royal Greenland, og hann byrjar í starvinum hin 1. juni í ár.
Maðurin hevur áður havt ein leiklut í leiðsluni hjá almenna grønlendska felagnum, og í nøkur ár stóð hann í oddinum fyri framleiðsluni hjá felagnum á landi.
Tom Kaster fer at búgva í grønlendska høvuðsstaðum, Nuuk, og hann fer at hava sæti á høvuðsskrivstovuni hjá felagnum í býnum.
Hetta sigur Royal Greenland í tíðindaskrivi.
Sum framleiðslustjóri fær hann høvuðsábyrgdina av øllum virkjum og fyritøkum á landi hjá felagnum, bæði í Grønlandi og í øðrum londum.
- Tom Kaster er ein gamal kenningur í Royal Greenland, og hann hevur áður staðið í oddinum fyri framleiðsluni á landi hjá felagnum í Grønlandi.
Í Royal Greenland siga tey, at Tom í nøkur ár hevur havt altjóða leiðarastørv innan matvøruídnaðin.
- Vit eru fegin um at fáa hann aftur í okkara fyritøku. Hann kennur okkara virksemi, okkara starvsfólk og grønlendsku viðurskiftini, siga tey í grønlendska stórfelagnum.
Lagt verður aftrat, at Royal Greenland hevur ikki havt nakran fastan framleiðslustjóra, síðan Lars Nielsen fór úr starvinum fyri sløkum ári síðan.
Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag











