Fleiri spreingingar hava verið í Kyiv í nátt, og spreingingarnar vóru at hoyra stutt eftir, at myndugleikarnir í høvuðsstaðnum høvdu ávarað um russisk álop, sum vóru á veg

Russiskt dronu-og rakettálop móti Kyiv í nátt

Russisku álopini komu bara nakrar tímar, áðrenn USA og Ukraina hittast til samrøður í Genéve í Sveis í dag

Fleiri spreingingar hava verið í Kyiv í nátt, og spreingingarnar vóru at hoyra stutt eftir, at myndugleikarnir í høvuðsstaðnum høvdu ávarað um russisk álop, sum vóru á veg

Aftur í nátt hevur Russland lopið á ukrainska høvuðsstaðin og aðrar regiónir í Ukraina við dronum og rakettum.

 

Tað siga myndugleikarnir í landinum. 

 

- Fleiri spreingingar hava verið at hoyrt í Kyiv í nátt, og spreingingarnar vóru at hoyra stutt eftir, at myndugleikarnir høvdu ávarað um russisk álop.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.

 

Tymur Tkatsjenko, sum er leiðari fyri hernaðarumsitingini í Kyiv, sigur, at russar lupu á við bæði dronum og ballistiskum rakettum.

 

Lokalir myndugleikar í Ukraina siga eisini frá russiskum álopum í eitt nú Kharkiv, Zaporizjzja og Dnipropetrovsk.

 

- Í Kharkiv eru sjey fólk særd, sambært myndugleikunum í regiónini, og tað er AFP, sum endurgevur.

 

Russisku álopini í nátt komu bara nakrar tímar, áðrenn USA og Ukraina hittast til samrøður í Genéve í Sveis í dag.

 

Tað er Rustem Umerov, sum leiðir ukrainsku sendinevndina og teir, sum leiða amerikansku sendinevndina, eru serligi sendimaðurin,  Steve Witkoff og Jared Kushner.

 

Sambært útlendskum tíðindastovum er ætlanin, at trípartasamráðingar skulu verða millum Russland, Ukraina og USA tíðlga í mars.

 

 

 

Fleiri spreingingar hava verið í Kyiv í nátt, og spreingingarnar vóru at hoyra stutt eftir, at myndugleikarnir í høvuðsstaðnum høvdu ávarað um russisk álop, sum vóru á veg