Russiskt hernaðarflogfar dottið niður

Sagt verður, at flogfaið, sum er av slagnum, Antonov An-22, er eitt flutningsflogfar hjá russiska verjumálaráðnum

Eitt russiskt hernaðarflogfar er dottið niður í russisku Ivanovo-regiónini, veit statsliga rásin, Ren-TV, at siga fyrrapartin.

 

Sagt verður, at flogfaið, sum er av slagnum, Antonov An-22, er eitt flutningsflogfar hjá russiska verjumálaráðnum.

 

Tíðindastovan Tass veit at siga, at bjargingarlið eru komin á staðið, har vanlukkan er hend, men greitt er ikki, hvør støðan er.

 

Sagt verður, at flogfarið var á einum royndartúri eftir umvælingar, og at sjey fólk vóru í flogfarinum, tá tað datt niður.