Rýtmugrafi – kanna megina hjá rýtmuni í nýggjum pallverki

RIVA og Føroya Slagverk Ensemble kanna megina hjá rýtmuni í nýggjum eksperimenterandi pallverki. Rýtmugrafi verður frumframført tann 29. Novembur í Norðurlandahúsinum. 

Rýtman. Hon týðiligger kensluna av tíð og fyribrigdum sum koma og fara í einum rensli og merkjast á egnum kroppi, men kunnu verða torfør at seta orð á. Hon rørir við okkara kollektiva minni og setir okkum í samband við aðrar rýtmur í tilveruni: hjartaslátturin, døgnið, árstíðirnar, árið, ið fór, lívsins gongd.

 

Fyri tveimum árum síðani settu RIVA - við Búa Rouch, Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting sær fyri at pallseta minst eina føroyska dansisýning um árið. Endamálið var at gera dansilistina til ein størri og meira rótfestan part av føroyska listalandslagnum, og at tryggja umboðan av føroyskari samtíðardansilist á føroyskum pallum hvørt ár.

 

Við Rýtmugrafi ynskja listafólkini at víðka um fatanina av dansi í einum samtíðarlistahøpi. Meðan søguforteljing hevur verið miðdepilin í verkunum seinastu tvey árini, verður hesuferð farið undir ein abstraktan leist, har granskað verður, hvussu rørsla og rýtma kunnu virka sum javnsettir listaligir miðlar á palli. Hetta verður gjørt á ein spælandi og leitandi hátt í tøttum samstarvi við tónleikarar úr Føroya Slagverks Ensemble: Rúna Mouritsen, Ára Berghamar Danielsen, Helenu S. Lamhauge og Jan Rúna Poulsen. Umframt hetta eru Baldur Meitil, Maibritt Marjunardóttir, Villiam Soo Joensen og Bjørn Ulvedal Simonsen viðvirkandi við ábyrgd fyri ávíkavíst ljóðtøkni, búna-, ljós- og pallsniðgeving. 

 

##med2##

 

Verkið gevur báðum pørtum høvi at víðka síni samstørv og listaligu arbeiðsløg, og at kanna, hvussu hetta ávirkar koreografisku og tónleikaligu kompositiónirnar. Tað er leitanin eftir einum felags sereyðkenni, ið er drívmegin í listaligu tilgongdini. Samstundis gevur verkætlanin RIVA høvi at víðarimenna og nágreiniliggera sítt rørslumál við íblástri úr tónleikaháttaløgum.

 

##med3##

Ynskið hevur verið at at skapa ein felags puls millum tónleikarar, dansarar og áskoðarar. Hesin pulsurin gerst eitt sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í. Nú frumframførslan nærkast, og verkið er næstan liðugt snikkað saman, merkist ein serlig nærvera og dýpd - ein kensla, ið bert kann skapast við livandi framførslum. Tey í RIVA greiða frá: “Hesin pulsurin - ella rýtman - ger okkurt við kroppin tá ið vit hoyra hana. Hon rørir bæði okkara sinn og kenslulív og skapar eina trongd til rørslu.  Rýtma er bæði poetisk og rørandi; hon kann vekja sterkar kenslur og skapa eitt upphevjað sinnisrúm, har vit eina stokkuta løtu gloyma okkum sjálvi.”

 

##med4##

 

Toymið handan Rýtmugrafi vónar, at verkið fer at røkka einum breiðum áskoðaraskara - bæði teimum, ið hava áhuga fyri klassiskum og eksperimenterandi tónleiki, og teimum, ið dáma dansi- og pallist.

 

Sýningar eru 29. og 30. novembur kl. 19:30 í Norðurlandahúsinum.

 

Les meira á www.nlh.fo/rytmugrafi

 

Stuðlað verkætlanini hava Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Listaflog og Mentanargrunnur Landsins. Takk til Dansifrøi, Føroya Symfoniorkestur, Tórshavnar Musikkskúli, Norðurlandahúsið, Føroya Fólkaháskúli og The North Atlantic Islands Dance Network.