Sakaris - við skítfullum bólki í Reinsarínum

Tíðindaskriv, Tórsgøta:

– Í kvøld er perfekta høvið at rista rumpuna og venja dansivøddarnar, áðrenn jólakilo’ini byrja at gera tað truplari. Føroya størsti tónleikaligi sprellimaður, Sakaris og hansara frálíki bólkur, koma á gátt í Reinsarínum, og tað verður við festligheitsgaranti. Enn eru nøkur atgongumerki eftir!

Tónleikurin hevur verið lýstur sum J-Pop hittir 80 ára glamm popp, við einum broddi av oyðandi norðurlendskari vantrúgv. 

Men peppað er tað so altíð. SAKARIS er heilt egin, ljóðið er serstakt, og melodiirnir ótrúliga fangandi.