Vilja loyva børnunum at vera børn

– Vit hava gjørt avtalu við øll foreldur í 1. til og við 3. flokki um, at børnini ikki fáa snild­tele­fon, meðan tey ganga í barnaskúla.

 

Tað sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla í samrøðu við Sosialin.

 

– Øll for­eld­ur hava tikið saman hendur, og gjørt av, at børn­ini hava ikki fartelefon – heldur ikki við hús, sigur John Henrik Holm, skúla­stjóri í Vágs skúla, sigur hann.

 

Skúlastjórin í Vágs skúla, John Henrik Holm, hevur í vik­uni lagt skriv út á heim­a­síðu skúlans, har hann hev­ur greitt frá, at í Vági hava tey tik­ið stig til, at børn í inn­skúl­ing­ini hava ikki far­tel­e­fon. ´

 

Í skrivinum verður trup­ul­leik­in við ov nógv­ari skíggja­nýtslu, og av­leið­ing­ar­nar av hesum, viðgjørdur.

 

Tað, at ikki kunna hug­savna seg meira enn heilt stutta tíð, kallast at hava ein TIK-TOK heila.

 

Í grannalondum okkara verð­ur rópað um hjálp í skúl­um, tí børnini eru ikki skúla­klár. Ein alt størri part­ur av orkuni hjá skúlunum fer til trivn­að­ar átøk og soc­ial átøk, heldur enn til und­ir­vís­ing. Hetta er nak­að, sum vit eisini síggja í før­oyska skúlanum, skrivar John Henrik Holm millum ann­að í greinini.

 

Danska stjórnin tosar í hes­um kjak­i­num um at geva skúla­leiðsl­um størri møg­u­leika at revsa børn, og at burt­ur­vísa næmingum upp til 50 dagar..... Alt, tí trivn­að­urin er fallandi, og ó­frið­ur­in vaks­andi. Hetta er ikki bert í Dan­mark. Hesin trup­ul­leiki sæst í skúlunum í øll­um londum kring okk­um: Vit síggja oftani send­ing­ar í sjónvarpinum, við ør­kyml­að­um foreldrum og lær­ar­um. Hetta fyllir so nógv í Dan­mark, at 40%  av ný­út­búnu lærarunum í Dan­mark, ikki starvast sum lær­ar­ar 5 ár eftir lokna út­búgv­ing, verður víst á í grein­ini.

 

– Vit, sum starvast í skúla­verk­i­num, hava fleiri ferðir fing­ið fyr­i­spurning frá mið­fyr­i­st­ing­ini, um hvussu fáa vit steðg­að ógvusliga vøkstri­num innan serøkið?  Som­u­leið­is er talið av næm­in­gum við skúlaaftran vaks­andi. Tað er tí alt sum týð­ir uppá, at tað, sum hend­ir innan skúlans gátt í lond­u­num kring okkum, er á veg til okkara, skrivar skúla­stjór­in í Vágs skúla.

 

Skíggjafrí vika hevur ver­ið í skúlunum kring land­ið, og vísur John Hen­rik Holm á, at føroysk tøl eru kom­in fram í hesum sam­bandi, ið eru ikki sørt skelk­andi.

 

Millum annað verður sagt, at vit brúka 40% minni tíð sam­an við øðrum, enn vit gjørdu fyri 10 árum síðani, og at 18 – 24 ára gomul sita í mið­al 8 tímar dagliga við skíggja – tað svarar til 22 ár av lívinum.

 

Lesið samrøðuna við John Henrik Holm í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.