Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Eg fari at halda nýggjár í Klaksvík saman við familjuni hjá konuni. Vit eru boðin, so tað skal nokk blíva hugnaligt.
Tað sigur Sámal Petur í Grund.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað besta, sum hendi mær í 2025, var at blíva abbi - enntá at tveimum børnum aftrat teimum átta, sum vóru frammanundan.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Eg slapp væl ígjøgnum árið. Tað keðiligasta, sum eg var úti fyri, var at liggja við maskinskaða heilar fýra dagar mitt í vártíðini.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Eg vóni, at vælsignilsið framvegis fer at vera til at taka og føla uppá!
Hann sigur seg eisini vóna, at tað verður friðarligari í heiminum, og at Føroyar fara at fáa eina stjórn sum tekur haldføristrupulleikarnar í álvara.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Mítt nýggjarslyftið er, at "eg fari at gera mítt besta!" sigur Sámal Petur í Grund.











