Tróndur vann á Róa í bestu svensku hondbóltsdeildini

HF Karlskrona og Hallby spældu í kvøld seinasta dystin í 2025

Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu svensku hondbóltsdeildini í Brinova Arena í Karlskrona.

 

Tróndur Mikkelsen (myndin) og liðfelagarnir í HF Karlskrona tóku ímóti Róa Ellefsen á Skipagøtu og hansara liðfeløgum í Hallby. 

 

Undan dystinum í kvøld høvdu bæði liðini tapt tveir dystir á rað.

 

Tað eydnaðist Karlskrona at vinna 30-28 á Hallby. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-15. 

 

Tróndur skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Rói skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. 

 

Karlskrona er nummar átta í deildini við 17 stigum. Hallby er nummar 12 í deildini við 12 stigum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof dyst á útivølli móti Ystad.