Sandflogbóltur: Jóhan og Óli taptu hálvfinaluna

U18-mennirnir skulu spæla um triðja plássið í morgin

Mynd: Berit Vilhelmsen

Tað eydnaðist tíverri ikki føroyska U18-manslandsliðnum í sandflogbólti at vinna seg í finaluna í undankappingini í Andorra.

 

Í hálvfinaluni taptu Jóhan Kass Henriksen og Óli Kluftá Hvítklett 0-2 fyri Gillies og Caesar úr Skotlandi.

 

Settmunurin var 13-21 og 19-21.

 

Í morgin klokkan 10.30 spæla Jóhan og Óli dystin um triðja plássið móti Arnarssyni og Baldvinssyni úr Íslandi.

 

Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026.

 

Mynd: Berit Vilhelmsen