Sandflogbóltur: Marjun og Hanna Elisabet rukku ikki hálvfinaluni

Føroysku U18-kvinnurnar taptu greitt fyri hægst styrkismetta liðnum í sandflogbóltskappingini

Mynd: Jóhan á Mýrini

Føroyska U18-kvinnulandsliðið í sandflogbólti, ið Marjun á Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen manna megnaði ikki at røkka hálvfinaluni í undankappingini, sum er í Andorra í hesum døgum.

 

Í dystinum um at vinna seg í hálvfinaluna møttu Marjun og Hanna Elisabet hægst styrkismetta liðnum, Andorra 1. Marjun og Hanna Elisabet taptu 0-2 fyri Garcia og Naran.

 

Settmunurin var 9-21 og 16-21.

 

Marjun og Hanna Elisabet skulu nú spæla um fimta plássið.

 

Klokkan 15.30 verður dystur móti Conway og Sivri úr Írlandi. Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Marjun og Hanna Elisabet 2-0 á hesum liðnum. Settmunurin var tá 21-14 og 21-11.

 

Undankappingin er skipað undir CEV-SCA, sum eru smærru tjóðirnar í CEV og vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM endakappingini í 2026.

 

##med2##

 

Mynd: Jóhan á Mýrini

Mynd: Jóhan á Mýrini