Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Sandnes høvdu í kvøld ein sera torføran dyst á útivølli móti oddaliðnum, Elverum.
Elverum vann eisini ein greiðan 35-24 sigur. Í steðginum var Elverum á odda við fimm málum, 16-11.
Pauli bjargaði fimm av 31 málroyndum. Kappingarneytin, Adrian Holgersen Vikra hevði onga bjarging.
Sandnes er triðaftast í deildini við 14 stigum.
Komandi dysturin hjá Sandnes, ið er næstseinasti dysturin í grundspælinum verður leiktur á útivølli móti Fjellhamar. Dysturin verður leiktur mikukvøldið 8. apríl.











