B71 hevur kunngjørt á Facebook síðu síni, at teir báðir Rúnar Davidsen og Wenningsted Ørvarodd hava skrivað nýggjar sáttmálar við felagið.
Ungi skopuningurin Rúnar Davidsen spældi sínar fyrstu dystir við B71 í júst farna kappingarárið, og nú hevur unglingin við serstakliga góða hugburðinum, sum tey skrivað á Facebook, bundið seg til at vera við, tá Sandoyingar aftur komandi ár skula royna at flyta upp í Betri deildina.
Málverjin Wenningsted Ørvarodd hevur eisini skrivað undir nýggjan sáttmála. Unga málverjan lýsa tey at vera teknisk væl fyri og ósmædnan. Wenningsted spældi átta dystir fyri B71 í farna kappingarárið og fer nú í holt við sítt fjórða kappingarár fyri B71.











