Sáttmálin hjá arbeiðarafeløgunum longdur

Nú á midnátt ganga sáttmálarnir millum Føroyar Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini út. Men teir eru longdir

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava í kvøld longt sáttmálarnar til á midnátt mánakvøldið 4. mai.

Í morgin er dýri biðidagur og 1. mai.

Sáttmálasamráðingarnar halda fram mánadagin 4. mai.

Arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag.