Frá 2020 til 2025 hava útreiðslurnar til sendistovurnar verið ímillum 20,2 mió.kr. og 33,3 mió.kr. Høvuðsorsøk, til at útreiðslurnar økjast, er, at Føroyar hava latið fleiri sendistovur upp. Uttanríkistænasta Føroya hevur í dag átta sendistovur, sum eru í Brússel, Keypmannahavn, London, Reykjavík, Moskva, Beijing, Tel Aviv og Washington D.C. Sendistovan í Moskva er ómannað.
Meginparturin av útreiðslunum eru lønir til sendifólk og leigukostnaðir fyri sendistovur og sendifólkabústaðir. Í 2025 vóru tilsamans goldnar 13,4 mió.kr. í lønum, 3 mió.kr. í viðbótum og 13 mió.kr. í leigu.
Umframt beinleiðis útreiðslurnar til sendistovurnar, eru útreiðslur til Heimatænastuna. Játtanin er á somu høvuðskontu sum Uttanríkismálaráðið. Í 2025 vóru útreiðslurnar til Heimatænastuna slakar 13 mió.kr. Útreiðslurnar til alla Uttanríkistænastuna eru tí í roynd og veru 46,4 mió.kr. í 2025.
Frágreiðingin frá Løgtingsgrannskoðarunum kann lesast her










