SF: Legendan spælir klassikarar

Kári P hevur framførslu á Summar Festivalinum í ár

Kári P er millum mest virdu og viðurkendu føroysku vísusangarar og sangskrivarar. Hann hevur síðani seksti árini ríkað føroyska tónleikaheimin og samfelagið annars við sangum, útgávum og framførslum. 

 

Tíðliga í sjeyti árunum komu sangir sum "Gullkálvavalsurin", "Bláa húsið", "Heit var náttin" og "Mitt í eini meining" út á ep-útgávum hjá Debess & Petersen. Í 1978 steig Kári P fram sum solistur við tiltiknu útgávuni Vælferðarvísur. Í 1991 kom hann við framúr útgávuni "Hinumegin Ringvegin".

 

Kári P hevur givið okkum sangir sum "Villar víddir", "Kalli Katt", "Súrligar nætur í Keypmannahavn", "Bara tú riggar" og fleiri. Hann er meistarligur yrkjari og eygleiðari og hevur við veingjaðum orðum og fangandi løgum givið føroyingum eina sangperlu fyri og aðra eftir. 

 

Á Summar Festivalurin í næstu fer Kári P saman við tónleikarum at framføra sangir úr stóra sangskatti sínum.

 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Konsertin hjá Kára P verður í Tjaldinum leygarkvøld kl. 19:00.

 

Her kanst tú lesa serblað um Summar Festivalin