Skansin á nýggjum føroyskum frímerki

Eitt nýtt føroyskt smáark við Skansanum í Havn er komið út sum føroyska íkastið til evropeisku SEPAC-frímerkjamappuna 2026.

 

 

Skansin í Havn er motivið á nýggja føroyska SEPAC-frímerkinum fyri 2026.

 

Magnus Heinason bygdi fyrsta skansan í Havn í 1580. Hildið verður, at hann varð bygdur á leiðini, har Innari Skansi er í dag.

 

Skansin, sum vit kenna hann nú, varð bygdur í 1782 sum vernd móti álopum av sjónum. Síðan 1901 hevur hann fyri tað mesta verið eitt prýði fyri býin. Undantakið var undir seinna heimsbardaga, tá bretska hersetingarvaldið hevði høvuðsstøð á Skansanum.

 

Myndina á frímerkinum hevur Andrija Ilic tikið.

 

Smáarkið er føroyska íkastið til SEPAC-mappuna „Kend støð“. Níggju av teimum 13 limalondunum hava latið frímerki til mappuna: Føroyar, Grønland, Guernsey, Jersey, Liechtenstein, Luksemburg, Malta, Monaco og Áland.

 

Postverkið hátíðarhelt 50 ár

 

Posta hevði eisini almenna móttøku 4. september í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðan postverkið gjørdist føroyskt. Sjálvur stovningardagurin var 1. apríl, men hátíðarhaldið varð útsett til september.

 

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Edvard S. Remberg, stjóri á Posta, hildu røðu, og Guðrið Hansdóttir framførdi.

 

– Frímerkini gjørdust okkara fyrsta altjóða umboð. Tey bóru føroyska náttúru, mentan, søgu og list út í allan heim, segði Edvard S. Remberg millum annað.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##