Skúli og høll skulu málast

Tað er málarameistarin, Michael Sørensen, sum fer at taka sær av at mála skúla og ítróttahøll í Vestmanna í summar

 

- Leingi er tað í væl skal verða, men nú skal tað verða.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. 

 

- Klædningurin og grundin á nýggja skúla og á ítróttahøllini skulu snøggast og málast í summar.

 

Sagt verður, at arbeiðið verður gjørt nú í summarfrítíðini, meðan virksemið í høvuðsheitum liggur niðri.

 

- Soleiðis verður minkað um órógv hjá næmingum, starvsfólki og íðkarum.

 

Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at tað er ein stór flata, sum skal málast, tí sjálv víddin á bygninginum er umleið 2.300 fermetrar.

 

- So, nógv veldst um veðrið - og at veðurgudarnir lata okkum fáa nógvar turrar dagar.

 

Lagt verður aftrat, at tá arbeiðið er liðugt, fara bæði skúli og ítróttahølli at standa væl dagførd og klár til eitt nýtt skúla- og hondbóltsár.

 

Tað er málarameistarin, Michael Sørensen, sum stendur fyri arbeiðnum at mála skúla og ítróttahøll í Vestmanna í summar.