SMS: VÍF vann undansýningina til FM-fjórðingsfinaluna

Tríggir dystir í seinasta umfarinum í SMS-deildini vóru leiktir í kvøld

Í kvøld vóru tríggir av fýra dystum í seinasta umfarinum í SMS-deildini leiktir.

 

Týskvøldið 31. mars klokkan 19 spæla VÍF og EB FM-fjórðingsfinalu í høllini í Vestmanna. Í kvøld hittust liðini til eina undansýning.

 

VÍF vann ein knúsandi 40-19 stórsigur. Í steðginum vóru 11 mál á muni. Tá var støðan 20-11 til VÍF.

 

Fríða Nolsøe Olsen var við 11 málum toppskjútti hjá heimaliðnum. Nadja Pejovic var við sjey málum toppskjútti hjá útiliðnum.

 

Mikukvøldið 1. apríl klokkan 19 spæla neistakvinnur FM-fjórðingsfinalu móti Stjørnuni í høllini á Hálsi.

 

Í somu høll vann Neistin í kvøld ein knúsandi 40-17 sigur á StÍF. Í steðginum var støðan 17-8 til heimaliðið.

 

Bjørk Franksdóttir Joensen var við sjey málum toppskjútti hjá Neistanum. Rebekka Justinussen var toppskjútti hjá StÍF, somuleiðis við sjey málum. 

 

Suðuri í Vágshøll vann VB 21-20 á Stjørnuni. Tíverri er eingin dómaraseðili tøkur frá dystinum. 

 

VB hevur líka nógv stig sum EB, 10 stig. Vágskvinnur hava betri málmun enn EB, men eiðiskvinnur eru betri innanhýsis, og tí fer EB við sætta plássinum. EB vann tvær ferðir á VB í grundspælinum, meðan VB bert vann eina ferð á EB í grundspælinum.

 

Sunnudagin klokkan 14 spæla H71 og Kyndil seinasta dystin í grundspælinum í Hoyvíkshøllini. Tey bæði liðini eru longu klár til FM-hálvfinalurnar. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum VÍF-EB og Neistin-StÍF:

 

##med2##

 

##med3##