Ferðavinnuætlanin fyri Vágs kommunu, sum varð samtykt á býráðsfundi í mars, verður nú løgd alment fram í Miðlatúni í Vági.
- Arbeiðið at orðað ferðavinnuætlanina byrjaði á heysti 2025 og varð liðugt við árs enda.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at ferðavinnuætlanin varð gjørd í samband við løgtingslógina um burðardygga ferðavinnu.
- Við ferðavinnuætlanini hevur kommunan sett út í kortið, hvussu arbeiðið við ferðavinnuni verður skipað.
Sagt verður, at endamálið við ferðavinnuætlanini er at menna eina burðardygga ferðavinnu, sum byggir á virðing fyri náttúru, djóralívi, heimafólki, vinnulívi og mentanini.
- Ferðavinnan í Vágs kommunu skal vera sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga burðardygg og ganga hond í hond við lokala samfelagið.
Lagt verður aftrat, at ferðavinnan skal skapa virðir og trivnað fyri ferðandi, heimafólki og vinnuna, samstundis sum hon verjir og varðveitir tað, sum ger Vágsbygd serliga.
- Ferðavinnuætlanin fyri kommununa verður løgd fram hin 8. apríl klokkan 15 í Miðlatúni, siga tey í Vágs kommunu í dag.










