Leygardagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á torginum í Vestmanna.
- Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður eisini vælumtókta flaggdagsrenningin, og bjóðað verður eisini til kaffi og okkurt gott til góman.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at skráin fyri dagin byrjar klokkan 15 við skrúðgongu frá høllini til torgið, og her skipar VÍF hondbóltur fyri.
- Øll eru vælkomin at ganga við.
Klokkan 15.15 byrjar flaggdagshaldið á torginum - við hesi skrá:
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, bjóðar vælkomin. Síðan fer Vestmanna Hornorkestur at spæla, og her verður eisini felagssangur, har Sjá tú blánar verður sungin.
Flaggdagsrøðuna fer Sólvit Nolsø at halda, og eftir røðuna verður aftur felagssangur sungin, og hesaferð verður tað, Tú alfagra land mítt.
Síðan verður flaggdagsrenning, kaffi og vaflur á skránni.
- Eftir flaggdagshaldið eru øll vælkomin í kappróðrarneystið, har heimabakaðar vafflur verða at fáa, og eisini verður okkurt gott til børnini.
Tá byrjar eisini flaggdagsrenningin, sum VÍF kappróður skipar fyri, og her ber til at ganga, trilla ella renna, og tvær rutur eru í at velja.
Meira um flaggdagstiltakið og flaggdagsrenningina í Vestmanna kann lesast á www.vestmanna.fo
- Kom við til ein hátíðarligan, hugnaligan og rørsluríkan flaggdag í Vestmanna, er áheitanin hjá Vestmanna kommunu.









