Sambært løgregluni var atsóknin partur av einum óvanligum átaki at steðga rúsevnahandili í luftini.
Tyrlan kann flyta millum 500 og 900 kilo av hassji fyri hvønn túr úr Marokko.
Sambært sponsku myndugleikunum verða rúsevnini flogin inn um markið og goymd á ymiskum støðum í Suðurspania, haðani tey verða send víðari til onnur lond í Evropa.
Í sambandi við álop í Málaga, Murcia og Almería legði løgreglan hald á eina tyrlu við 657 kilo av hassj umborð, umframt fimm skotvápn og stórar upphæddir av reiðum peningi.
Seks fólk eru handtikin.
/Ritzau/











