Sparkivallir skulu nú hava nýtt graslíki

- Vit vóna og vænta, at átakið verður við til at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum

Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 23. mars varð samtykt at keypa nýtt graslíki til sparkivallirnar í Saltnesi og úti á Nesi.

 

- Kommunan hevði biðið um tvey tilboð. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Idé Møblum, ið er av sama slagi, sum á nýggja vøllinum á Svangaskarði.

 

Hetta siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at grasstráini á sparkivallunum eru nakað styttri enn á vøllinum á Svangaskarði.

 

- Tá summarið nærkast, fer kommunan at taka gamla graslíkið av og beina tað burtur, so Idé Møblar kunnu leggja nýggja graslíkið á.

 

Í longri tíð hevur tað verið eitt ynski um at dagføra sparkivallirnar.

 

- Vit vóna og vænta, at hetta átakið eisini verður við til at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum, siga tey í Nes kommunu í dag.