ST-stovnur boðar frá enn einum álopi nærhendis kjarnorkuverk í Iran

Leiðarin á altjóða kjarnorkustovninum ávarar um vandan fyri stórari vanlukku, um kjarnorkuverk verður rakt.

Fyri triðju ferð í tíggju dagar er eitt øki nærhendis kjarnorkuverki hjá Iran í Bushehr álopið.

Tað boðar altjóða kjarnorkustovnurin IAEA frá á sosiala miðlinum X.

IAEA hevur fingið upplýsingarnar frá Iran. Kjarnorkuverkið fekk tó ikki skaða, upplýsir ST-stovnurin.

Rafael Grossi, leiðari í IAEA, heitti á partarnar, sum eru við í áhaldandi stríðnum á X, um at hava mest møguligt tamarhald fyri at forða fyri vandanum fyri kjarnorkuvanlukku.

Hvørki USA ella Ísrael hava gjørt viðmerkingar til álopið.

Kríggið í Iran hevur vart í fýra vikur. USA og Ísrael byrjaðu umfatandi álop á Iran leygardagin 28. februar, og hava síðani bumbað túsundtals mál í landinum. Ovasti leiðarin í Iran, Ayatollah Ali Khamenei, er dripin í álopunum.

Iran hevur svarað aftur við at leypa á eina røð av málum um alt Miðeystur við rakettum og dronum, og kríggið hevur ment seg til eina økisstríðsgongd.

Fríggjadagin varð ein maður dripin í Tel Aviv í Ísrael eftir eitt iranskt rakettálop, skrivar tíðindastovan AFP.

Stríðið móti Iran hevur fingið Hizbollah, sum hevur heimstað í Libanon og er í sambandi við iransku stjórnina, at leypa á Ísrael. Hetta hevur fingið ísraelska herin at bumba eina røð av Hizbollah-málum í Libanon.

Houthi-rørslan í Jemen, sum eisini fær stuðul frá Iran, hótti fríggjadagin við at taka til vápnini.

Tíðliga leygarmorgunin boðaði ísraelski herurin frá, at ein rakett varð skotin úr Jemen móti Ísrael. Hetta er fyrstu ferð undir krígnum, at fráboðanir eru um, at ein rakett er skotin úr Jemen, skrivar AFP.

Sýriska almenna sjónvarpið boðaði í morgun frá, sambært tíðindastovuni Reuters, at spreingingar høvdu verið í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus. Ísraelskar loftverjuskipanir hava avlurtað iranskar rakettir í sýriska loftrúminum, verður sagt.

Kollveltingarverjan í Iran hevur tikið ræðið á Hormuzsundinum undir krígnum. Skipaferðslan er í stóran mun steðgað orsakað av vandanum fyri álopum.

Hormuzsundið er avgerandi fyri flutning av olju og gassi úr einum hópi av londum kring Persaflógvan til restina av heiminum. Sostatt eru orkuprísirnir kring heimin hækkaðir nógv.

 

/Ritzau/