Hetta vóru løgini Knáir Gamlir Menn og Rótasúpan, sum vórðu væl móttikin. Í 2026 hevur bólkurin arbeitt við 4 nýggjum løgum, har Dreymaland er tað fyrsta, sum nú er útgivið. Hini løgini verða útgivin so við og við, og tað næsta kemur væntandi síðst í apríl ella fyrst í mai.
Temaið í Dreymaland er ein sjómaður, sum stendur á vakt eina vakra mánalýsisnátt langt heimanífrá, og er raktur av sterkum heimlongsli. Sangurin er eini 35 ára gamal og er skrivaður, tá tveir av limunum í Starlight sigldu úti sum stýrimenn við donskum handilsskipum.
Jóhan Martin Jacobsen gjørdi lagið, og Fimmboði Lisberg gjørdi upprunaliga tekstin. Av tí, at upprunaligi teksturin er burturblivin, hevur Jóhan Martin Jacobsen roynt at endurskapa tekstin eftir minninum og gera nýggj orð, har upprunateksturin var gloymdur.
Niclas Johannesen hevur framleitt sangin, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Manningin í Starlight er henda:
- Jákup Hansen, sang og kórsang
- Fimmboði Lisberg, sang, kórsang og kassaguitar
- Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar
- Kári Lisberg, bass
- Sámal Samuelsen, trummur
Tað er Fimmboði Lisberg, sum syngur nýggja sangin, Dreymaland.
##med2##
Leinkja til sangin á Spotify er her:
https://open.spotify.com/album/1I1nj96njRV2nuibhSULqm?si=vYu-nsOvQ9yZyPhoUq2-9w











