Talið av føroyskum hondbóltsleikarum, ið fara uttanlands at spæla á hægra støði veksur alsamt.
Stjarnan í Garðabær, ið hevur Jóhannes Bjørgvin í hópinum hevur nú kunngjørt, at tey hava tryggjað sær 21 ára gamla strikuspælaran, Tóka Fríðriksson, ið var ein av U21 HM-bronsuvinnarunum í fjør.
Í fjør skoraði Tóki 56 mál í 18 dystum fyri KÍF.
Farna kappingarár endaði Stjarnan næstaftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Teir spældu tríggjar dystir móti Hörði um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár, og vunnu teir í Stjörnuni allar tríggjar dystirnar.











