Stjólu stóra nøgd av rúsdrekka í hjalli

Onkur hevur brotið inn í ein hjall í Havn og stolið stóra nøgd av rúsdrekka

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevur verið í einum hjalli og tikið rúsdrekka. Hjallurin var ikki læstur, og tí er tað ikki talan um beinleiðis »innbrot«, men um stuldur.

Vaktleiðarin á politistøðin í Havn sigur, at talan var um nakrar kassar av øli umframt nakað av øðrum rúsdrekka. Vaktleiðarin sigur eisini, at tað er ikki óvanligt, at fólk stjala rúsdrekka úr ólæstum hjallum, so tað er helst eitt gott hugskot at fáa sær lás á hjallarnar.

Hetta málið verður nú kanna nærri.

Ferðsluliðið hjá løgregluni var eisini út í gjár, har tey gjørdu ferðmátingar. Ein bilførari stendur til treytaða frádøming av koyrikortini fyri at koyra 116 km um tíman á Vestmannavegnum. Har var eisini ein bilførari, sum fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 106 km um tíman.

Løgreglan hevur eisini tikið ein bilførara í Havn, sum er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.