Stór viðurkenning til Sjúklingahotellið

Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn hevur havt vitjan av Styrelsen for Patientsikkerhed.

Tað skrivar Landssjúkrahúsið: 

– Endaliga frágreiðingin frá eftirlitsvitjanini er latin, og úrslitið er at fegnast um.

Ongar viðmerkingar ella átalur. Tað er niðurstøðan í eftirlitsfrágreiðingini frá Styrelsen for Patientsikkerhed. Tað merkir, at einki var funnið, sum hevði negativa ávirkan á sjúklingatrygdina.

Undir eftirlitinum varð serliga hugt at handfaringini av heilivági. Millum annað vórðu mannagongdir, heilivágslistar og arbeiðshættir gjøgnumgingnir. Her var einki at seta fingurin á, og alt livdi upp til krøvini.

Í frágreiðingini verður staðfest, at arbeiðið á Sjúklingarhotellinum er væl skipað, við góðum mannagongdum og stórum denti á sjúklingatrygd.

– Hetta er eitt úrslit, sum vit kunnu vera sera errin av. Tað er ein viðurkenning av tí góða arbeiðinum, sum starvsfólkini á Sjúklingahotellinum gera hvønn einasta dag fyri føroyskar sjúklingar og avvarðandi í Danmark, skrivar Landssjúkrahúsið.