Storhamar er bara eitt stig frá oddinum

Nýklaktu steypavinnararnir fara nú eftir greipuni

Mynd: Storhamar Elite

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Storhamar hava longu fingið armarnar niður aftaná steypafinalusigurin á Larvik undan árskiftinum. Og nú fara tær í Storhamar eftir greipuni.

 

Í dag leikti Storhamar dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini. Í OBOS Arena eydnaðist tað Storhamar at vinna 27-22 á Gjerpen. Í steðginum var Storhamar á odda 15-13.

 

Pernille skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hon legði eisini upp til eitt mál (assist).

 

Storhamar er triðfremst í deildini við 16 stigum. Storhamar er eitt stig aftanfyri oddaliðið, Larvik sum hevur 17 stig. 

 

Mikudagin klokkan 17 spælir Storhamar dyst á útivølli móti Follo.

 

 

 

 

 

Mynd: Storhamar Elite