Í gjár helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll í Runavík. Fyri fyrstu fer í søgu felagsins skuldu nevndalimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum.
Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum í hvørjari sýslu sær burtur.
Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.
Fyri fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í Suðuroy og Vágum, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen, stillaðu allir uppaftur.
Tað gjørdist tískil stríðsval at sleppa í nevndina, tá seks nevndarlimir skuldu veljast, og valevnini vóru átta í tali.
Valdir vórðu Erling Jacobsen, Gøtu og Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John F. Haraldsen úr Sandavági.
Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.
- Nýggja nevndin tekur við hin 1. februar 2026, veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga.











