Teir fýra astronautarnir umborð á rúmdarferjuni, Artemis II, lenda ætlandi í Kyrrahavinum í nátt.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at rúmdarferjan fer at lenda á leiðini út fyri San Diego klokkan 01 í nátt, okkara tíð.
Manningin hevur sett met á tann hátt, at Artemis II er tann rúmdarferja, sum hevur verið longst burtur frá Jørðini.
Nú skal Artemis II úr rúmdini og inn í lofthválvið - ella atmosferuna - og um hetta sigur rúmdarmaðurin, Victor Glove, soleiðis:
- At koma inn í lofthválvið er sum at ríða á einari eldkúlu, skrivar NTB-tíðindastovan nú fyrrapartin.
Ferðin hjá slíkari rúmdarferju er øgilig, og sagt verður, at ferðin inn í lofthválvið er heilar 34.000 kilometrar um tíman.










