Sveis leikti javnt móti 7.000 før­oy­ing­um - Her eru yv­ir­skrift­ir­nar í út­lendsku miðlu­num

Síggj yvirskriftir frá norðurlendskum, sveisiskum og týskum miðlum

Javnleikurin og ótrúligi dystarendin í dystinum Føroyar-Sveis 28-28 (15-13) gevur endurljóð.

 

Sveisiska hondbóltssambandið hevur stuttligastu yvirskriftina: "Sveis leikti javnt móti 7.000 føroyingum". Tað avgjørt er eitt stórt kompliment til óføru føroysku fjeppararnar.

 

Sveisiski ítróttarmiðilin, TA Sport kallar javnleikin "Ekstremis" og ikki "remis", tí tað sum hendi móti dystarendanum var so "ekstremt".

 

Stóri týski hondbóltsmiðilin, Handball-World nevnir 28-28 javnleikin: "ein øran krimi":

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Í Íslandi heldur Morgunblaðið, at talan var um "hádramatik", meðan handbolti.is dregur fram, at stóru stjørnurnar, Elias og Óli komu afturíaftur í einum ótrúliga spennandi javnleiki:

 

##med5##

 

##med6##

 

Í Noreg heldur norska TV2 fyri, at Føroyar eru í "ekstasu". Og NRK heldur fyri, at turkisku dómararnir vóru "ikki komnir livandi úr høllini", um teir høvdu dømt mál, og harvið 29-28 sigur til Sveis:

 

##med7##

 

##med8##

 

Í Svøríki heldur Aftonbladet fyri, at meðan Trump ætlar at gera innrás í Grønlandi, so hava Føroyar og Ísland gjørt innrás í Noregi og Svøríki. Expressen heldur, at Føroyar stóðu fyri einari risastórari sensasjón:

 

##med9##

 

##med10##

 

Í Danmark heldur Ekstrabladet eins og svenska Expressen, at Føroyar stóðu fyri einari stórari sensasjón. Meðan BT skrivar, at Føroyar stríddu seg til ein javnleik móti Sveis:

 

##med11##

 

##med12##

 

Staðfestast má, at týsktmæltu miðlarnir høvdu tær stuttligastu og bestu yvirskriftirnar um minniliga javnleikin.