Í býnum Yangsan í landsynningspartinum vórðu mátað 42,5 hitastig, upplýsir suðurkoreanska veðurstovan sambært AFP.
Yangsan hevur verið harðast rakt av hitabylgjuni, og hetta er fimti dagurin á rað, at hitin er oman fyri 40 stig í býnum.
Meira enn 20 øki í Suðurkorea vóru í dag fevnd av hægsta hitavarsli hjá myndugleikunum. Hetta varslisstigið varð sett í verk fyrr í ár og verður nýtt, tá hitin verður væntaður at koma upp á 39 stig ella meira.
Myndugleikarnir heita á fólk um beinanvegin at steðga øllum virksemi uttandura og halda seg í køldum rúmum við luftkøling.
Sambært veðurstovuni er talið av hitabylgjudøgum í Suðurkorea meira enn tvífaldað seinastu fimm árini. Í miðal eru nú 19 slíkir dagar um árið, samanborið við átta dagar í 1970’unum.
Granskarar siga, at hitabylgjur gerast bæði oftari og harðari orsakað av menniskjaskaptum veðurlagsbroytingum. Harumframt styrkir veðurlagsfyribrigdið El Niño hitan í ár.










