- Mær hevur dámt alt, sum eg havi fingist við, men eg havi eisini sett mær fyri, at tá eg ikki tími meira, gevist eg. Við pápa mínum sá eg, hvussu skjótt lívið kann enda, og eg haldi, at lívið er ov stutt til ting, tú ikki tímir at gera.
Tað segði Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, tá vit skiftu orð við hann sum seyðabónda og festara í einari samrøðu í undanfarna ári. Nú sigur løgtingsmaðurin, at hann er mettur av politkki og fer ikki at stilla uppaftur á løgtingsvalinum komandi.
Tað eru skjótt 40 ár síðan, at Magnus Rasmussen í Lamba festi garðin hjá foreldrum sínum, tá pápin brádliga doyði í 1979, bert 47 ára gamal.
Magnus er føddur hin 28. november í 1962. Hann er elstur av tveimum brøðum. Beiggi hansara, Arnold, er hálvt triðja ár yngri.
- Tað var ein nátúrlig gongd, at eg festi garðin, og formelt hendi hetta, tá eg var 24 ára gamal í 1987. Tó fekk eg longu sum blaðungur ábyrgd, tá pápin ikki var meira.
Sjálvur sigur Magnus, at hann í veruleikanum hevur havt ábyrgdina av garðinum síðan 1979.
- Mær hevur altíð dámt hetta sera væl. Eftir hesi mongu ár, tekur yngra ættarliðið nú meira og meira yvir, og hetta er hugaligt, heldur hann.
Hann sigur, at tá tú ert bóndi, er sera umráðandi, at familjan eisini hevur áhuga og tekur lut í arbeiðnum á garðinum. Her hevur Magnus verið sera heppin, tí familjan – serliga kona, børn og verbørn – hava altíð verið við í arbeiðnum, umframt mong onnur góð vinfólk.
- Ein bóndi er ongantíð arbeiðsleysur, og hann verður í veruleikanum ongantíð liðugur við arbeiðið. At vera bóndi, er ein lívsstílur, heldur hann fyri.
Magnus Rasmussen fór á læraraskúla í 1982 og gjørdist lærari í 1986, sum hann festi garðin árið eftir.
- Eg haldi, at tað var ein góð samanseting at vera lærari og seyðabóndi, men tað hevur altíð verið neyðugt, at familjan var við, og soleiðis hevur tað verið á garðinum í Lamba, segði hann í samrøðuni sum seyðabóndi og festari í undanfarna ári.











