Tað er trupult at fremja svik og leggja uppí føroyskt val

Í sambandi við at løgtings- og fólkatingsval verða í næstum, verður mett, at Føroyar eisini kunnu verða mál fyri bæði netálopum og fremmandum royndum at ávirka valini

Fremmandar royndir at ávirka og leggja upp í val og almenna orðaskiftið eru vorðnar alsamt vanligari. Fleiri dømi eru um hetta í europeiskum londum, har val hava verið seinastu árini. Tí hava Fjarskiftiseftirlitið, Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Gjaldstovan mett um støðuna og gjørt nøkur einføld, men effektiv ráð til veljarar og valevni at taka til sín.

 

Váðameting

 

Føroyar eru eitt gjøgnumskygt samfelag, relatiónir eru tættar og fólk flest vita um hvønn annan. Føroyska valskipanin er mótstøðufør, einføld og mannagongdirnar greiðar. Tí er trupult at fremja svik og leggja uppí føroysk viðurskifti.

 

Nýggj tøkni og ein heimspolitisk støða, sum alsamt broytist, hava tó óvissur við sær. Ein broyting í mun til undanfarin val er, at vitlíki dugir føroyskt, og ein onnur, at váðin fyri netálopum er vaksandi.

 

Í sambandi við at løgtings- og fólkatingsval verða í næstum, verður tískil mett, at Føroyar eisini kunnu verða mál fyri bæði netálopum og fremmandum royndum at ávirka valini. Hetta samsvarar eisini við seinastu váðameting frá donsku fregnartænastunum.

 

Umframt at sáa split, er málið ofta at elva til ósemjur og skapa mistrúgv á fólkaræðisligu tilgongdina og politisku skipanina. Sostatt er endamálið neyvan at stuðla ávísan flokk ella valevni, hóast hetta ikki kann útilokast.

 

Hvussu verður roynt at ávirka?

 

Úr grannalondum eru ymisk dømi um, hvussu roynt verður at leggja uppí, ávirka og órógva val. Hetta er millum annað gjørt við:

 

• At falsa ella reingja tíðindi á sosialum miðlum

 

• At broyta ella framleiða reingjandi myndir, sjónbond ella ljóð við vitlíki ella øðrum

 

• At fáa gomul tíðindi í umferð av nýggjum og seta tey í annan samanhang

 

• Falskir brúkarar, sum geva villleiðandi fatan av, at ávís áskoðan hevur breiða undirtøku

 

• Netálop – til dømis ovbyrjanarálop (“DDoS”) – á viðkomandi heimasíður.

 

Hvat kanst tú gera?

 

Vit kunnu øll gera okkara fyri at fyribyrgja fremmanda ávirkan:

 

• Ver árvakin og brúka vit og skil; ikki trúgva øllum, tú sært á netinum

 

• Kanna, hvør stendur fyri upplýsingunum

 

• Kanna um fleiri eftirfarandi miðlar skriva tað sama

 

• Sterkar kenslur, vreiði ella ótti eru ofta tekin um, at tú eigur at kanna tilfarið betur

 

• Ivast tú í, um tilfar ella innihald á netinum er satt, kanna so einaferð eyka, áðrenn tú

 

deilir ella sendir tað víðari

 

• Boða frá eyðsæddari falskunning umvegis fráboðanarfunkur á sosialum miðlum.