Hvar og hvussu fert tú halda nýggjár?
- Eg fari halda nýggjár í Hoyvik saman við familju. Vit fara hugna okkum í góðum selskapi og eta okkurt gott.
Tað sigur Bjørghild Djurhuus.
Hon sigur, at henni dámar best eitt róligt gamlaárskvøld, sum gevur henni høvi at hugsavna seg um tað farna og árið, sum liggur fyri framman.
- Tá eg var barn og ung og helt nýggjár í Vági, dámdi mær so væl at fara í kirkju á middnátt nýggjársaftan.
Hvat var tað besta , sum hendi í 2025?
- Tað besta, sum hendi fyri meg í 2025, var, tá eg fekk góð boð eftir eina skurðviðgerð. Eisini 50 ára føðingardagsveitslan hjá dóttrini, har øll familjan var samlað, var nakað serligt í árinum.
Hvat var tað keðiligasta?
- Tað keðiligsta var angistin og stúranin, tá eg bíðaði eftir svarinum eftir skurðviðgerðina, sigur hon.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Míni allar inniligastu ynskir og vónir eru, at tað fer at gangast øllum mínum væl, og at heilsan verður okkum blíð.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Veit ikki, jú eg hugsi um eitthvørt, eg burdi gjørt meira av, eitt nú at ganga túrar, sigur Bjørghild Djurhuus.










