Tað verður hann ikki, fyrr enn ein avtala um flokking er gjørd og greiða er fingin á øllum ivaspurningum, vísir formaðurin í Maskinmeistarafelagnum á. Eisini hevur Útlendingastovan gjørt púra greitt, at útlendska manningin skal hava føroyskt arbeiðsloyvi, og at lønar- og setanartreytir skulu vera í samsvar við føroysk viðurskifti – tað merkir, at viðurskiftini skulu vera í samsvar við galdandi sáttmálar
- Tað var rætt av okkum at lýsa tænastubann, tí vit vunnu meira, enn vit taptu, tá av tornaði, so einfalt er tað. Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið mugu og skulu til samráðingarborðið at finna fram til eina semju við okkum, áðrenn føroyskir yvirmenn kunnu gera tænastu umborð á avloysaraskipinum Galaxy.
So greiður er Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, eftir fyribils úrskurðin, sum Rannvá Ragnarsdóttir, gerðarrættardómari og næstforkvinna í Fasta Gerðarrætti, seint fríggjakvøldið kom við í málinum um tænastubannið hjá Maskinmeistarafelagnum (MF) og Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN) móti Galaxy. Kýpriskt skrásetta skipið skal eftir ætlan setast inn á suðuroyarleiðina leygardagin – tað er 23. august – tá Smyril fer í dokk.
Mótparturin fekk annars viðhald í fyribils úrskurðinum, sum ljóðaði soleiðis:
“Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið skulu viðurkenna, at fráboðanin til Fíggjarmálaráðið tann 25. juli 2025 um, at feløgini nokta limum teirra at gera tænastu við Galaxy, er óheimilað.”
##med2##
Fyrireikandi fundur var í Fasta Gerðarrætti mikudagin. Úr vinstru er tað Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, og Eyðbjørn Larsen, advokatur
Neyðugt við avtalu
Fíggjarmálaráðið varðar av sáttmálunum hjá Strandferðsluni og hevði kært tænastubannið til Fasta Gerðarrætt.
Men úrskurðurin merkir als ikki, at manningarfeløgini hava tapt í mun til tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um, leggur Arnfinn Bech dent á.
- Gaman í er generella tænastubannið, sum vit lýstu, dømt at vera óheimilað, men við úrskurðinum slepst ikki uttanum, at partarnir mugu gera semju, altso eina avtalu um, hvussu arbeiðið á Galaxy verður skipað og lønt, áðrenn nøkur føroysk manning sleppur til arbeiðis umborð á skipinum. Tað var júst eina slíka avtalu, sum vit upprunaliga strongdu á at fáa, meðan Strandferðslan og Fíggjarmálaráðið tvíhildu um, at tað var ikki neyðugt – men tað er tað sambært úrskurðinum, sigur hann.
Í síni lýsing av málinum vísir gerðarrættardómarin á fleiri ivaspurningar og ósemjur, sum skilja partarnar í málinum, og hon tekur soleiðis samanum:
“Stríðsstig kunnu ikki setast í verk í sáttmálatíðarskeiðnum, fyrr enn staðfest er, hvørt arbeiðið er fevnt ella ikki fevnt av galdandi sáttmála. Partarnir (MF § 28 og FSN § 29) hava í sáttmálanum við FMR bundið seg til at leggja ivamál um at tulka sáttmálarnar fyri Fasta Gerðarrætt.”
- Við øðrum orðum kann málið enda aftur í Fasta Gerðarrætti, finna vit ikki fram til eina nøktandi semju, sigur Arnfinn Bech.
Sømdir til útlendsku manningina
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum fegnast eisini um, at tænastubannið og gerðarrættarmálið gjørdu, at Útlendingastovan mátti taka eina greiða støðu til útlendsku manningina umborð á Galaxy.
- Har er so onki at taka feil av, útlendska manningin skal hava føroyskt arbeiðsloyvi og virka undir føroyskum lønar- og setanartreytum. Meg lysti at vitað, um Strandferðslan hevur hildið seg til hesar reglurnar, tá skip við útlendskari manning áður hava røkt suðuroyarleiðina, sigur hann.
##med3##
Jógvan E. Ellefsen, advokatur, og Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum á fyrireikandi fundi í Fasta Gerðarrætti mikudagin