Tað verða nógvir jólapakkar úr Kina

PostNord í Noregi sigur frá metstórum tali av pakkum úr Kina, nú tað stundar til jóla

- Ongantíð áður hava norðmenn keypt so nógvar pakkar úr Kina sum í dag. 

 

Tað siga tey í PostNord.

- Tað er Kina, sum liggur ovast í sendum pakkum til Noregs, og í PostNord eru tey ikki í iva um, at tað verða nógvar jólagávur undir trænum, sum eru keyptar úr Kina.

 

Tey vísa á, at bara í november og higartil í desember eru fleiri hundrað túsund pakkar komnir úr Kina.

 

Samskiftisfólkið hjá PostNord, Haakon Nikolai Olsen, sigur við norska kringvapið, at Kina er tað einstaka landið, sum sendir nógv flestar pakkar til Noregs, og eftir Kina koma Svøríki og USA.

 

Ein kanning hjá PostNord í heyst vísti, at ein av trimum norðmonnum keypa á kinesiskum netsíðum, eitt nú Temu og Sheim.

 

Norska brúkararáðið mælir tll at keypa jólagávurnar aðrastaðni enn hjá Temu.

 

- Tú kanst vera heppin og fáa okkurt, sum riggar, men vandin fyri, at vøran ikki stendur mát er avgjørt til steðar, sigur brúkararáðið.