Í greinini verður sagt, at við ætlanini hjá samgonguni um at hækka markið fyri mótrokning í fólkapensjónini, fara pensjónistar at fáa eina eykarokning, og fleiri hava skilt tað soleiðis, at pensjónistar fara bara at hava 20 oyru eftir av hvørjari krónu.
Hetta er ein stór misskiljing. Veruleikin er, at ætlaða broytingin fer at gera, at tað fer at loysa seg betur hjá pensjónistum at arbeiða.
Útsett pensjón
Vit hava í dag eina skipan, har til ber at útseta pensjónina. Fólk sum eru væl fyri og hava hug at arbeiða eftir at tey hava nátt pensjónsaldur kunnu velja hesa skipanina, og afturfyri fáa tey meira útgoldið, tá tey einaferð fara av arbeiðsmarknaðinum. Tað eru ikki hesi fólkini, vit tosa um her.
Uppskotið um mótrokning snýr seg um tey, sum ikki orka ella hava hug at arbeiða fulla tíð, men tey hava tó einki ímóti at arbeiða niðursetta tíð, egna nakrar stampar ella taka onkrar vaktir. Tey kunnu í dag tjena upp til 61.900 krónur um árið, uttan at missa pensjónina. Fara tey uppum tað markið, verður pensjónin mótroknað, og tí gevast nógv at arbeiða, tá inntøkan røkkur hesum markinum.
Sambandsflokkurin hevur mælt til at strika markið, men tað hevur ikki fingið undirtøku. Vit hava tó gjørt eina semju í samgonguskjalinum um at seta markið til 300.000 krónur, men pensjónistarnir skulu so eisini rinda tey vanligu arbeiðsmarknaðargjøldini, eins og øll onnur gera.
Tey sum eru omanfyri markið
Tað sum Frihedsbrevet skrivar um, eru tey sum fara at vinna meira enn 300.000 krónur (altso bara tann partin sum er omanfyri 300.000 krónur).
300.000 krónur um árið svarar til 27.500 krónur um mánaðin. Eg gangi út frá, at tey sum arbeiða so nógv, velja heldur at útseta pensjónina, ella gevast tey at arbeiða, tá tey hava tjent 300.000 krónur. Øll hini fara bara at hava fyrimun av at markið hækkar.
Pástandirnir hanga ikki saman
Eg skilji ikki at Frihedsbrevet bæði skrivar, at tað verður dýrari hjá pensjónistum at arbeiða, og samtíðis skriva tey eisini, at broytingin fer at kosta landskassanum 25 mió. krónur um árið. – Hvussu kann landskassin fáa minni inn orsaka av at pensjónistar rinda meira? Tað hongur ikki saman.
Enn er lógaruppskotið ikki gjørt, og eg gangi út frá, at tá tað verður gjørt, so verða útrokningar gjørdar sum vísa, hvørjar tillagingar skulu gerast í uppskotinum. Endamálið er, at tað skal loysa seg at arbeiða.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin










