Tadej Pogacar skrivaði søgu

Slovenski súkkluíðkarin er nú millum teir fremstu í søguni hjá Tour de France

Mynd: Ritzau Scanpix

Ígjár skrivaði 27 ára gamli slovenski súkkluíðkarin, Tadej Pogacar søgu við at vinna prestisjufullu súkklukappingina, Tour de France.

 

Talan er um fimtu ferð Tadej Pogacar vinnur heimsins fremstu súkklukapping. Hetta er eitt met, ið hann deildir saman við fýra øðrum súkkluíðkarum, ið eisini hava vunnið Tour de France á fimm sinnum.

 

Talan er um Jacques Anquetil og Bernard Hinault úr Fraklandi, Eddy Merckx úr Belgia og Miguel Indurain úr Spania. 

 

Hetta var eisini triðja árið á rað, at Tadej Pogacar vann Tour de France.

 

Hjá dønum kom tað dátt við, at Jonas Vingegaard meiddi eg, og mátti gevast í ársins Tour de France kapping.

 

Leggjast kann aftrat, at upprunaliga vann amerikumaðurin, Lance Armstrong Tour de France á sjey sinnum. Men tá prógvini komu fram, at hann hevði nýtt doping misti hann øll sjey heitini. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix