Tailand hevur framt loftálop á umstrídda markið hjá landinum til grannalandið Kambodja.
Tað boðar Winthai Suvaree, generalmajorur, talsmaður fyri tailendska herin, frá í morgun lokala tíð í eini fráboðan sambært tíðindastovuni Reuters.
Í minsta lagi ein tailendskur hermaður er dripin, meðan fýra afturat hava fingið skaða í nýggjum samanbrestum við kambodjanskar hermenn í marknaøkinum. Hesum boðar tailendski herurin frá mánadagin í eini fráboðan.
- Tailendska síðan er nú farin at brúka flogfør til at leypa á hernaðarlig mál í fleiri økjum, stendur í fráboðanini.
Verjumálaráðið í Kambodja skrivar í eini fráboðan mánadagin, at tailendski herurin framdi álop í tveimum støðum um morgunin. Sambært ráðnum skal hetta vera hent eftir fleiri dagar við provokatiónum frá tailendskari síðu.
Verjumálaráðið sigur, at Kambodja ikki hevur hevnt álopini.
Tailendski herurin sigur tvørturímóti, at kambodjanskir hermenn skutu rakettir í øki, har tailendskir sivilfólk halda til. Ongar fráboðanir eru um sivilan fólkaskaða.
Bæði Tailand og Kambodja hava ákært hvørt annað fyri at bróta eina vápnahvíldaravtalu, sum teilendski forsætisráðharrin, Anutin Charnvirakul, og forsætisráðharrin í Kambodja, Hun Manet, skrivaðu undir í oktober.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, var eisini við undirskringina.
Áðrenn tað høvdu tey bæði grannalondini longu skrivað undir eina fyribils vápnahvíldaravtalu síðst í juli, eftir at ein ósemja í marknaøkinum millum londini kyknaði aftur.
Men í november boðaði verjumálaráðharrin í Tailandi, Natthaphon Narkphanit, frá, at landið hevði sett vápnahvíldina í bíðistøðu.
Fráboðanin kom eftir, at ein landminuspreinging í marknaøkinum særdi fýra tailendskir hermenn.
Dagin eftir, at vápnahvíldin varð steðgað, segði forsætisráðharrin í Kambodja, at ein tailendskur hermaður hevði skotið og dripið ein kambodjanskan sivilmann í marknaøkinum.
Herurin í Tailandi boðaði í dag frá, at hann er farin undir at flyta fleiri enn 385.000 sivilfólk í fýra økjum í marknaøkinum.
Sambært herinum hava fleiri enn 35.000 sivilfólk longu fingið innivist í fyribils skjóli.
##med2##
Forsætisráðharrin í Malaysia, Anwar Ibrahim, heitti mánadagin á Tailand og Kambodja um at vísa tamarhald.
- Uppafturtiknu bardagarnir kunnu oyðileggja tað varliga arbeiðið, sum hevur verið gjørt fyri at stabilisera viðurskiftini millum grannarnar báðar, skrivar hann.
Malaysia hevur í løtuni formanssessin í asiatiska samstarvsfelagsskapinum Asean og hjálpti til at miðla vápnahvíldaravtaluna, sum Ibrahim eisini skrivaði undir.
Tailand og Kambodja hava stríðst fyri ræðinum yvir 817 kilometrar langa markinum í meira enn 100 ár. Ósemjan snýr seg í høvuðsheitum um valdið yvir einum templi í marknaøkjunum.
/Ritzau/











