Í dag fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hitta forsætisráðharran í Stórabretlandi, Keir Starmer, franska forsetan, Emmanuel Macron og týska kanslaran, Friedrich Merz.
Teir fara at hittast í London at umrøða friðarsamráðingarnar millum Russland og Ukraina, sum USA stendur á odda fyri.
Leygardagin hevði Volodymyr Zelenskyj samrøður við serliga sendimannin hjá USA, Steve Witkoff og versonin hjá Donald Trump og ráðgevan, Jared Kushner.
Í sínari dagligu talu til ukrainska fólkið í gjárkvøldið segði ukrainski forsetin, at samrøðurnar við amerikansk umboð um eina friðarætlan hava verið konstruktivar, men ikki lættar.










