Myndir: Fráboðanir um skottilburð í handilsmiðstøð í Oslo

Enn er ikki greitt, um nakar er skaddur eftir fráboðanir um skottilburð í eini handilsmiðstøð í norska høvuðsstaðnum.

Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix

SEINASTA NÝGGJA: Løgreglan váttar skottilburðin í handilsmiðstøðini í Oslo. Eingin fekk skaða, eftir at skot varð latið av eini handilsmiðstøð.

 

Handilsmiðstøðin er latin uppaftur.

 

Fráboðanir eru um skottilburð í handilsmiðstøðini, sum eitur Storo Storsenter í norska høvuðsstaðnum Oslo.

Tað upplýsir norski miðilin NRK.

Sambært miðlunum upplýsir løgreglan, at skjúttin er "undir eftirliti", men biður fólk um at halda seg burtur frá handilsmiðstøðini.

Enn er ikki greitt, um nakar skaði er.

Operatiónsleiðarin hjá løgregluni, Eirik Sannes, upplýsir fyri norska TV 2, at løgreglan framvegis leitar eftir særdum ella fólkum, sum eru uppi í tilburðinum, inni í handilsmiðstøðini.

Unni Merethe Aasgaard, sum er leiðari í handilsmiðstøðini, boðar eisini fjølmiðlunum frá, at øll eru flutt burtur úr handilsmiðstøðini.

Vitni siga við NRK, at ein maður kom inn í handilsmiðstøðina við byrsu, og at fólk síðani fóru at renna av staðnum.

 

/Ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

 

 

Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix

Mynd: Ntb/Ritzau Scanpix

Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix

Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix

Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix

Mynd: Ntb/Ritzau Scanpix

Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix

Mynd: Håkon Mosvold Larsen/NTB/Ritzau Scanpix