Alzheimerfelagið hevði biðið um fund við Kommunufelagið, nú kommunurnar eisini skulu vara av teimum yngru við demenssjúku.
Alzheimerfelagið fegnast stórliga um, at demensøkið loksins verður savnað hjá einum myndugleika.
Hetta er nakað felagið hevur arbeitt fyri í longri tíð.
Lógarbroytingin varð endaliga samtykt týsdagin 2. desember, við 30 stemmum fyri og ongari ímóti.
Men yvirtøkan krevur nakað av kommununum, og tí er alneyðugt, at eldrasamstørvini og Tórshavnar kommuna taka hesa uppgávu á seg og raðfesta hana høgt. Alzheimerfelagið hevur góðar vónir um, at tað verður gjørt og bjóðar sær eisini til at vera ein aktivur samstarvspartur í tilgongdini.
Mál at arbeiða við:
Samstarv millum eldrasamstørv/kommunur
Góð og fakliga skikka leiðsla
Serstøk tilboð til yngri við demenssjúku og teirra avvarðandi
Varðveita og menna dagtilhaldið á Glyvrum og Skotarók
Serstakar búeindir til yngri
Samanhangandi heildartilboð
Fleiri «pakka 1» tilboð
Ráðgevandi arbeiðsbólk
Tað krevur fyrireiking, samstarv og raðfesting av tilfeingi – skal demensøkið mennast og gerast enn betur!
Alzheimerfelagið hevði eitt upplegg fyri borgarstjórunum, við fleiri tilmælum, sum stuðla undir eina samanhangandi heildartænastu til fólk við demenssjúku og teirra avvarðandi.
Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum legði fram, og vísti á nógv ymisk viðurskiftir, sum kommunurnar og eldrasamstørvini eiga at hava í huga í samband við yvirtøkuna – soleiðis at bæði yngri og eldri fólk við demensi kunnu fáa eitt gott lív við sjúkuni, saman við teirra avvarðandi.
Samstarv millum eldrasamstørv/kommunur
Tað er alneyðugt, at eldrasamstørvini/kommunur vitanardeila og samstarva um tilboð málrættað teimum yngru.
Tey og teirra familjur hava tørv á fleiri, fjølbroyttari og meira smidligum tilboðum.
Fyri at kunna bjóða tað og hava kunnleika til, hvussu ein á bestan hátt kann hjálpa teimum til eitt virki og gott lív, mugu eldrasamstørvini samstarva hvørt við annað.
Tey mugu byggja brýr tvørtur um kommunalar geirar, við tí fyri eyga, at samskipa og samskapa felags tilboð til tey yngru og teirra avvarðandi (t.d. fólk undir 70-75 ár).
Landið hevur í dag eitt so væl útbygt infrakerv, at tað lættliga ber til at samstarva um nógv tilboð.
Góð og fakliga skikka leiðsla
Demensøkið má leiðast av fakfólki innan øki. Góð og fakliga væl skikkað leiðsla, fleksibilitetur og tvørfakligt samstarv eru lyklaorð fyri at fáa eina vælvirkandi og samanhangandi heildartænastu fyri demensøki.
Tí meinar Alzheimerfelagið, at leiðsla á demensøkinum má raðfestast enn hægri.
Tað hevur bæði týdning, at ovasta leiðslan er væl kvalificerað, men eisini at hava týðiliga og fakliga leiðslu í pakka 1 (kommunala demenssamskipan, CST-bólkar v.m.), pakka 2 (avloysaraskipan, dagtilboð, umlætting vm.) og pakka 3 (búeindir).
Tað er eisini sera umráðandi, at øll økini hava kommunalar demenssamskiparar, ið arbeiða sum samskiparar og ráðgevarar, umframt at virka sum bindilið til Demensklinikkina.
Serstøk tilboð til yngri við demenssjúku og teirra avvarðandi
Yngri fólk við demenssjúku (t.d. fólk undir 70-75 ár), sum eru tíðliga ella mitt í sjúkugongdini, ynskja at vera saman við øðrum á nøkulunda sama aldri. Tey eru eitt annað stað í lívinum. Fleiri teirra eru framvegis á arbeiðsmarknaðinum.
Tey eru oftast væl fyri kropsliga og hava framvegis hug, orku og stóran vilja til lívið – til at vera saman við øðrum og í størri mun at vera virkin á ymiskan hátt.
Hartil hava tey og møguliga makin eisini serstakan tørv á hjálp og vegleiðing, um familjuviðurskiftir t.d. í mun til heimabúgvandi børn, sum entá kunnu vera í skúlaaldri, fíggjarlig viðurskiftir, arbeiði, lán og hús og heim. Tí hevur tað stóran týdning, at kommunurnar skapa málrættað tilboð til yngri fólk við demenssjúku.
Varðveita og menna dagtilhaldið á Glyvrum og Skotarók
Alzheimerfelagið heldur, at tað hevur stóran týdning, at dagtilhaldið fyri yngri á Glyvrum og Skotarók (Skotarók hevur hildið til á Glyvrum síðan tíðliga í ár), sum Almannaverkið varðar av, verða varðveitt. Tað eru tvey sera vælvirkandi dagtilboð, við dugnaligum og væl skikkaðum starvsfólkum. Tørvur er á, at kunnleiki, fakligheit og aktivitetur, sum har eru, verða tryggja, varðveitt og ment.
Tað er sera umráðandi, at tey yngru, sum gerast sjúk framyvir og tey yngru, sum í dag eru knýtt at dagtilboði hjá Almannaverkinum, ikki verða koyrd á verandi dagtilboð hjá kommununum, sum eru málrættað og ment til eldri fólk. Hendir tað, so er tað eitt greitt afturstig, sum ger tænastuna til tey yngru verri – so tað má ikki henda.
Tænastan skal mennast og gerast betri fyri tey yngru. Tí er tað neyðugt, at har er eitt dagtilboð til yngri, og at kommunurnar samstarva um, at menna og víðka um tilboðið, sum eisini má fevna um kvøld og vikuskiftistilboð, umframt at vera opið alt ári.
Uppá sikt, er eisini umráðandi, at menna tænastuna til at fevna um smidligar og styttri umlættingar, umframt at skipa og menna eina avloysaraskipan.
Ein leistur má tí gerast fyri, hvussu økið skal yvirtakast og skipast.
Serstakar búeindir til yngri
Alzheimerfelagið mælir eisini til, at eldrasamstørvini/kommunur samstarva um at skipa serstakar búeindir til yngri fólk við demensi, sum eisini kann rúma familjulívinum.
Ein búeind har tað eisini ber til, at makar flyta inn t.d. eitt tíðarskeið. Tað skal eisini vera møguligt hjá børnum at uppihalda sær í búeindini og at yvirnátta.
Samanhangandi heildartilboð (kontaktpersón og ráðgeving)
Tá demenssjúka rakar eina familju broytist lívið kollveltandi. Tí hevur øll familjan stóran tørv á hollari ráðgeving og vegleiðing. Tey hava tørv á einum kontaktpersóni gjøgnum alla sjúkugongdina.
Ein kontaktpersónur og dygdargóð vegleiðing hevur stóran týdning fyri alla familjuna og fyri, at tann demenssjúki kann virka og trívast og fáa hjálp til at hava ein virknan og gevandi gerandisdag.
Tí vil Alzheimerfelagið heita á kommunurnar um at raðfesta og tryggja starvsfólk til hetta arbeiði – eitt nú kommunalar demenssamskiparar, ið fáa samband við familjurnar tíðliga, og stuðla og vegleiða teimum ígjøgnum alla sjúkugongdina. Eisini kunnu hesi seta á stovn og samskipa tilboð til hendan bólkin.
Fleiri «pakka 1» tilboð
Sjúkugongdin hjá einum demenssjúkum er býtt í fleiri stig. Tey, ið hava byrjandi sjúkutekin hava ikki sama tørv, sum tey, ið eru mitt ella síðst í sjúkugongdini. Tí verður mælt til at skipa tilboðini í trimum pakkum.
• Pakka 1 tilboð, ið eru fyrst í sjúkugongdini (t.d. CST-bólkar, gongubólkar)
• Pakka 2 tilboð, ið eru mitt í sjúkugongdini (t.d. avloysaraskipan, dagtilhald)
• Pakka 3 tilboð, ið er síðst í sjúkugongdini (t.d. longri umlætting, búpláss)
Enn eru pakka 1 tilboðini ikki so væl ment allastaðni.
Nú kommunurnar skulu vara av øllum demensøkinum, er tørvur á, at kommunurnar leggja seg eftir, at raðfesta væl fleiri pakka 1 tilboð. Hetta bæði fyri at tryggja ein betri lívskvalitet til familjurnar og fyri at virka fyri, at fólk við demenssjúku, kunnu verða búgvandi heima sum longst.
Ráðgevandi arbeiðsbólk
Alzheimerfelagið mælir Kommunufelagnum til, at seta ein fakligan arbeiðsbólk, ið kann ráðgeva eldrasamstørvunum/kommunum í samband við yvirtøkuna – bæði organisatoriskt, løgfrøðiliga og demensfakliga.










