Amerikanski forsetin segði seg í vikuskiftinum ikki vænta, at friðarheiðurslønarvinnarin, María Corina Machado, kann gerast nýggjur forseti í Venesuela.
- Tað hevði verið ógvuliga trupult hjá henni at verið landsins leiðari, segði Donald Trump leygardagin.
Forsetin legði aftrat, at María Corina Machado hevur ikki stuðulin og virðingina í landinum, sum hann málbar seg.
The Washington Post veit frá tveimum keldum, sum standa nær Hvítu Húsunum nær, at siga, at orsøkin til støðuna hjá Trump er, at Machado segði ja til at taka ímóti friðarheiðursløn Nobels.
- Hevði hon takkað nei og sagt, at friðarheiðurslønin eigur at fara til Donald Trump, hevði hon verið forseti í Venesuela í dag, siga keldur við The Washington Post.











