Tónleikur um allar Norðoyggjar

Nýggja tiltakið várljóð verður 6 til 11 apríl 2026

Í seks dagar verða Norðoyggjar fyltar av livandi ljóði, konsertum, felagsskapi og stemningi. Norðoya Kunningarstova skrivar, at Várljóð er eitt nýtt tónleikatiltak, sum breiðir seg um allar Norðoyggjar frá smáum, inniligum konsertum til stórar, orkufullar framførslur. Frá ókeypis konsertum til konsertir við ábit, til heiðurskonsert.

 

Hvønn dag verða nýggj ljóð og nýggj nøvn at uppliva, í kirkjum, á ellisheimum, á matstovum, í hølum kring Norðoyggjar.

 

Konsertirnar verða í: 

 

Í Viðareiðis kirkju

 

Stovukonsert Undir Rókini 10 í Hvannasundi

 

Í Mikladals kirkju

 

Í Norðoya Røktarheim, Uppistova, í Klaksvík

 

Í Árnafjarðar kirkju

 

Í Kunoyar kirkju

 

Í Norðoya Røktarheim, Niðristova, í Klaksvík

 

Í Biskupsstøðgarðinum við ábiti.

 

Vikan endar við tveimum heiðurskonsertum í Varpinum leygarkvøldið 11. apríl, har kendir føroyskir tónleikarar tulka løg hjá hinum legendariska bólkinum Tey av Kamarinum. Tað verður ein ferð aftur í tíðina, og eisini verður tónleikurin fluttur inn í nútíðina. Eitt hátíðarhald av tí, sum ger føroyskan tónleik so serligan