Orsøkin er, at Torgið er í hondbóltshýri, nú hondbóltskvinnurnar hjá VÍF skulu spæla hálvfinalu um vikuskiftið.
- Fleiri av barnaliðunum í bygdini hava spælt seg í finalurnar, sum eru næsta vikuskiftið, so Torgið lýsir sjálvandi gult og blátt alla næstu viku eisini.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. Her vísa tey eisini á, at til ber at broyta litirnar í smáu perunum á trøunum við einari fjarstýring eftir høvi. Ætlanin, at trøini skulu lýsa í myrku tíðini og annars, tá tiltøk eru í bygdini.
- Vit vóna sjálvandi, at gulu og bláu litirnir hesar dagarnar fara at bera hepni við sær, so bæði barnalið og kvinnulið spæla VÍF til sigurs, siga tey í Vestmanna kommunu.
Lagt verður aftrat, at tá seinna hálvfinalan hjá kvinnum verður spæld í Vestmanna sunnudagin, eru allir áskoðarar vælkomnir at síggja nýggja tilbygningin, sum er bygdur vestanfyri høllina - móti Gjógvará.
- Hølið, sum er 80 fermetrar, fer at verða brúkt sum styrkirúm hjá VÍF. Venjingarútgerðin er ikki komin til landið enn, men verður væntandi VÍF í hendi í hesum mánaðinum, vita tey í Vestmanna kommunu at siga.










