Triðja dronan funnin eftir møguliga atsókn at týskum flogvølli

Týski samveldiskanslarin sigur, at stjórnin skjótt fer at upplýsa, hvønn hon heldur standa aftan fyri hendingina á flogvøllinum í Leipzig.

Eitt ukrainskt farmaraflogfar á Leipzig/Halle-flogvøllinum í Týsklandi. Savnsmynd: John Macdougall/Ritzau Scanpix

Ein triðja drona við spreingievni er funnin eftir eina møguliga atsókn at flogvøllinum Leipzig/Halle fyrst í august.

 

Fleiri týskir miðlar, teirra millum NDR, WDR og Süddeutsche Zeitung, skriva um málið í dag.

 

Sambært miðlunum funnu týskir kanningarleiðarar triðju dronuna longu 14. august – tíggju dagar eftir hendingina.

 

Týska ákæruvaldið hevur ikki svarað einari áheitan um viðmerking.

 

Friedrich Merz, samveldiskanslari, sigur tó, at stjórnin skjótt fer at upplýsa, hvønn hon heldur standa aftan fyri atsóknina.

 

Tann 4. august varð ein drona við spreingiløðing funnin nærindis einum ukrainskum farmaraflogfari, sum verður nýtt til at flyta hernaðarútgerð.

 

Eftir fundið varð flogvøllurin fyribils stongdur.

 

Kanningarfólk hava eisini illgruna um, at ein onnur drona møguliga rakti eitt farmaraflogfar hjá DHL stutt eftir, at flogvøllurin varð stongdur.

 

Leipzig/Halle-flogvøllurin er ein miðdepil fyri farmaflutning og hernaðarliga flutningsskipan. Nato og ukrainska flogfelagið Antonov Airlines nýta flogvøllin til flutning av hernaðarútgerð.

 

Trygdarkeldur, sum týsku miðlarnir endurgeva, hava illgruna um, at Russland var uppi í hendingini. Russland hevur víst aftur skuldsetingunum.

 

Týska yvirgangsløgreglan hevur sett eina kanning í verk. Sambært týska ríkisákæranum eru nóg mikið av prógvum fyri, at roynt varð at elva til eina spreinging við dronuni.

 

Alexander Dobrindt, innanríkisráðharri, segði eftir hendingina, at Týskland dagliga er fyri hybridum krígsrekstri.

 

Hann vísti eisini á, at Týskland fer at víðka granskingina í dronum sum part av átøkunum ímóti nýggju hóttanunum.

 

Millum annað verður ein nýggj granskingarmiðstøð fyri dronutrygd sett á stovn í týska samlandslandinum Sachsen-Anhalt, skrivaði tíðindastovan dpa.

 

Miðstøðin skal menna og royna tøkni, sum kann verja ímóti dronum.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Eitt ukrainskt farmaraflogfar á Leipzig/Halle-flogvøllinum í Týsklandi. Savnsmynd: John Macdougall/Ritzau Scanpix