Ukraina fingið eina minni nøgd av Patriot-rakettum

Volodymyr Zelenskyj sigur, at Ukraina eisini hevur fingið váttan um veiting av fronsku rakettskipanini, Crotale

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Ukraina hevur fingið eina minni nøgd av Patriot-rakettum.

 

- Vit hava nýliga fingið eina minni nøgd av amerikanskum patriot-rakettum, sum kunnu skjóta russisku ballistisku rakettirnar niður.

 

Forsetin veit at siga, at Ukraina eisini hevur fingið váttan um veiting av fronsku rakettskipanini, Crotale.

 

Zelenskyj sigur einki um, hvussu nógvar Patriot-rakettir talan er um, ei heldur hvør hevur latið landinum hesar.

 

Í einari CNN-samrøðu herfyri segði ukrainski forsetin, at landinum tørvar fimm prosent av amerikansku Patriot-goymslunum fyri at koma ígjøgnum veturin.

 

##med2##

 

- Og okkum tørvar 10 prosent av amerikansku Patriot-rakettunum fyri at skjóta niður allar tær russisku ballistisku rakettirnar.

 

Volodymyr Zelenskyj leggur aftrat, at í Ukraina henda framtøk í menningini av egnari verjuskipan móti ballitisku rakettunum úr Russlandi.

 

 

 

 

 

Franska rakettskipanin, Crotale