Tað fyrsta ferðamannaskipið í ár, Ocean Explorer, kom á Havnina 5. mai. Síðani hava ferðamannaskip verið ein vanlig sjón í høvuðsstaðnum, og serliga í juli og august hava vitjanirnar verið nógvar.
Sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar havn eru 42 ferðamannaskipavitjanir avgreiddar fram til og við 24. august. Viking Mira, sum kom klokkan átta í morgun og fór avstað aftur nú klokkan 18, er sostatt vitjan nummar 43.
Sjey vitjanir eru eftir á skránni. Tann seinasta verður hjá Spitsbergen, sum kemur 29. september og fer avstað aftur 30. september.
Um allar tær ætlaðu vitjanirnar verða avgreiddar, endar árið sostatt við 50 ferðamannaskipavitjanum í Havn.
Hesi ferðamannaskip hava vitjað Havnina í 2026
##med2##
Serliga 23. september verður aftur ein dagur við fleiri ferðamannaskipum í Havn, tá bæði World Navigator og World Voyager eru á skránni sama dag.
Kelda: Tórshavnar havn.











