Í farnu viku var lítil hátíðarløta á kommunuskrivstovuni í Sørvági, har tvey starvsfólk fingu eina tøkk fyri drúgva tænastu.
- Tað eru tey bæði, Sunrid Rasmussen og John Edvin Joensen, sum hava starvast hjá Sørvágs kommunu í ávikavist 35 og 30 ár.
Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at Sunrid starvast í fyrisitingini sum skrivari, men tá hon byrjaði í kommununi, var tað sum tekniskur assistentur.
- John Edvin kom í starv sum arbeiðsmaður og hevur tey seinastu nógvu árini verið arbeiðsformaður hjá kommununi.
Á hátíðarløtuni takkaði Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, teimum fyri tíðina.
Sunrid Rasmussen og John Edvin Joensen fingu eina jóladekoratión og eina gávu við sær í part - við ynskjum um alt tað besta og blíðan byr.










